Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.09.2025 10:32

30 ár við CI- Cochlear Implant í Danmar og Føroyum gevur nýggjar møguleikar fyri fólk við niðursettari hoyrn

Lesarabræv/ Felagið Hoyr

Lone Percy Smith, Adjungeraður professari, PhD, MA Audiologopæd frá Center for Hørelse á Ríkissjúkrahúsinum og Bispebjerg hospital, hevði eina framløgu í Smæruni seinnapartin í dag.

Hennara boðskapur er, at fyri børnini er tað umráðandi, at tey læra hjartamálið hjá foreldrunum, soleiðis at tey kunnu hoyra og tosa við foreldrini. Fáa hoyri- og taluvenjing.

95 % av foreldrunum hjá børnum, ið hava niðursetta hoyrn eru normalt hoyrandi.

Audiologopædisk gransking er gjørd við fokus á vinningin av hoyrnarstøði, talumáli og trivna fyri børn við hoyrimissi. Lívslong venjing av hoyrnarsansinum er avgerandi fyri, hvør úrtøkan verður.

Í Føroyum byrjaði mann við neonatal hoyriscreening av nýføddum 1. februar 2013 á Landssjúkrahúsinum. Skipanin fevnir um børn fødd eftir 1. februar 2013.

Tilboðið er skipað á Oyra-nøs-hálsdeildini/ Hoyriklinikkini. Ábyrgdarhavandi er Bjarki Ellefsen, yvirlækni.

Endamálið við hesum er, at børn, sum verða fødd deyv ella tunghoyrd, so skjótt sum gjørligt verða funnin, soleiðis at neyðug viðgerð kann verða givin. 

Ein, ið er føddur deyvur, men fær CI, er hoyrandi og kann tað sama sum øll onnur hoyrandi við sínum CI.

Tá eitt barn fær CI fær familjan og tey, ið eru rundanum barni AVT undirvísing.

AVT er ein stytting fyri Auditory Verbal Therapy (auditiv verbal terapi – hoyri- og taluviðgerð).

Tá børn fáa CI, er AVT undirvísing avgerðandi fyri, at barnið fær eitt gott úrslit við CI.

I einari AVT-undirvísingartilgongd stimbrast hoyrnarsansurin til tess at styrkja tey øki í heilanum hjá barninum, ið hoyra. Foreldur luttaka í allari AVT-undirvísing og brúka tað, ið tey læra, í gerandis virksemi saman við barninum.

Málið er, at barnið  fær aldurssvarandi talumál, og at tann málsliga menningin eisini gevur barninum góða sosiala integratión.

Síðan januar 2023 hevur man í Danmark, sum eitt av teimum fyrstu londunum í heiminum, bjóðað AVT tilboð til øll børn (0-6 ár), ið hava niðursetta hoyrn, og teirra foreldur, og somuleiðis til størri børn, ið hava fingið CI (6-18 ár).

AVT tilboðið er ein partur av allari audiologisku viðgerðini við útgreining og hóskandi hoyritøkni.

AVT undirvísingin er lagað til hvørt einstakt barn sær. Fyri børn í aldrinum 0-6 ár er tíðarásin 3 ár, og fyri børn í aldrinum 6-18 ár 1 ár.

Til AVT undirvísingina, fáa mammur, pápar, ommur og abbar undirvísing í ávísum mannagongdum og arbeiðshættum, sum ger tey før fyri at brúka amboðini í gerandisdegnum. Harvið verður AVT ein lívsstílur hjá familjuni, har barnið verður møtt við auditivari stimbran í øllum umstøðum í gerandisdegnum.

Í Danmark  er granskað í týdninginum av AVT í samband við børn við niðursettari hoyrn og børn við CI. Verkætlanin fór fram frá 2017 til 2021, og vóru føroysk børn við í kanningini, ið vísti sera góð úrslit.

83% av børnunum høvdu aldurssvarandi mál eftir 3 ár við AVT. Hetta slóðar fyri, at AVT verður ein integreraður partur av audiologisku viðgerðini til øll smærri børn, ið hava niðursetta hoyrn.

Í Føroyum er tað Hoyriklinikkin á Landssjúkrahúsinum, ið stendur fyri kunning og stuðul til børn og ung 0-18 ár. Fyri fólk 18-67 ár, ið hava tørv á hoyrvenjing, kunnu hesi søkja deildina Samskiftismenning í Almannaverkinum um hesa venjing.

Í Føroyum eru 36 fólk, ið hava fingið CI, og av hesum eru 7 børn, har av 4 hava Sucla (Føroyasjúkuna).

Nú bæðu Hoyriklinikking á Landssjúkrahúsinum og Samskiftisdeildin í Almannaverkinum kunnu bjóða hoyrvenjing og AVT, eru bæði børn, ung og vaksin í góðum hondum.

Tað vit kunnu vísa á, er gransking á økinum, og vóna vit, at mann politiskt finnir loysnir, so hoyrivenjing fyri fólk við CI, ið eru yvir 67 ár, verður partur av tilboðnum hjá Almannaverkinum.

Børn, ið fáa CI, skulu ikki hava sertilfar í undirvísingini í skúlanum, tey skulu hava sama undirvísingartilfar sum allir aðrir næmingar.

Vit eru vitandi um, at tey fyrstu, ið fingu CI, og sum onga AVT undirvísing fingu frá byrjan av, har kunnu tað vera børn, ið ikki hava fingið fullan ágóða av CI. Men tey seinastu 12-15 árini, er tøknin betrað munandi umframt at mann fær AVT undirvísing, ið ger tey før fyri, at koma á líka fót við øll onnur hoyrandi.

Sum Lone vísti á, so eydnaðist nógv ikki um tey fingu CI, tí tað gekk ov long tíð áðrenn tey fingu skurðviðgerðina, at hoyrisentrið ikki fungeraði serliga væl- hoyrinervin kálkar, tá hon ikki verður brúkt.

Tað var ómetaliga rørandi at síggja foreldur, vaksin, børn og avarðandi í Smæruni í kvøld. Eg tosaði við eina mammu, ið eigur eitt barn við Sucla (Føroyasjúkuni), hon fortaldi hvussu góða kontakt hon hevði við barnið og hvussu tey samskiftu, síðan barnið hevði fingið CI.

Í einum skúlaverki, har tað ikki altíð er nógv yvirskot fíggjarliga, eru hesi børnini ikki ein byrða, men tey eru í flestu førum á líka fót við hinar næmingarnar, og sum áður nevnt, skulu tey brúka sama undirvísingartilfar sum allir hinir næmingarnir. Hetta er eitt úrslit av, at tey hava fingið AVT undirvísing frá byrjan av.

Niðanfyri er úrslitið av granskingarverkætlnaini við AVT í Danmark, og tølini tala fyri seg.