Dagar og nøvn í álmanakkanum
Hubertus, doyði 727. Var biskupur í Maastricht eftir Lambertus. Var tiltikin veiðimaður og gjørdist verndarhalgimenni hjá øllum veiðimonnunum. Halgisøgan sigur, at hann legði veiðiferðirnar av, tá ið hann ein dagin sá ein hjørt við einum lýsandi krossi millum hornini. Í mongum londum verða havdar sonevndar hubertusveiðiferðir. Haruskjótingin í Føroyum, sum er um hetta mundið, kann sigast at vera ein leivdin av hesum siði.
Týkst navn, samansett av orðum, sum merkja hugur og bjartur.
Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð