Sunda kommuna
Komandi vikuskiftið kemur Ísland á vitjan við teirra U15-, U17- og U19-kvinnulandsliðum. Landsdystir verða leygardagin 10 juni í høllini við Streymin.
Tvær av kvinnunum sum verða við eru EB spælarar. Tær eru Lý Haraldsdóttir hjá U15 og Sólveig Dahl hjá U19. Hettar er fyrstu ferð tær báðar eru úttiknar til eitt landslið og ynskja vit teimun hjartaliga til lukku við úttøkuni og bestu eydnu.
Dystirnir hjá U17 og U19 eru liður í fyrireikingunum til EHF Championship kappingarnar í summar, har U19 spæla í Klaipeda í Litava dagarnar 10. – 16. juli. Føroyar eru í bólki saman við Spania, Turkalandi og Bulgaria. U17-kvinnurnar spæla í Aserbajan dagarnar 5. – 13. august, har okkara eru í bólki saman við Spania, Luksemborg, Grikkalandi og Ísrael.