Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.08.2025 09:47

29 boðsendar til landsliðsvenjing

Næsta uppgáva hjá kvinnnulandsliðnum er Baltic Cup, sum verður í oktobur - Mynd: Andrei Vladut Antal/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Pætur Smith Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið 29 leikarar til landsliðsvenjing á Tórsvølli týsdagin 19. august.

Fyrireikingarnar til landsliðsavbjóðingarnar hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum eru á skránni í heyst, eru so smátt farnar í gongd.

Eftir at Føroyar fyrr í ár endaðu á einum flottum 2. plássið í bólki C1 í UEFA Nations League, gjørdust okkara kvinnur akkurát ov stuttar at spæla seg víðari sum ein av bestu 2’arunum, eitur næsta uppgávan Baltic Cup, sum verður í oktober.

Í fyrsta umfari hevur venjarin, Pætur Smith Clementsen úttikið ein bruttohóp við 29 spælarum úr heimligu kappingini, ið eru boðsendar til venjing á Tórsvølli týsdagin 19. august.

Hópurin
Sissal Haraldsen, 07 Vestur
Valborg Østerø, B36
Súsanna Godtfred, HB
Sunniva Willemoes, HB
Teresa Jacobsen, HB
Gunnvá Lutzen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Maria Johansen, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Sólja Ernstdóttir, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Brá Zakariasardóttir, NSÍ
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Eyðgerð Berg, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA eru Føroyar nummar 105 av teimum 196 londunum, ið eru á listanum. Spania er nummar 1, USA nummar 2, meðan Svøríki er á 3. plássi.