Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.08.2025 14:48

25 næmingar fóru í 1. flokk í dag á Toftum

Mynd: Nes kommuna

Nes kommuna

Mikudagin 13. august kl. 13.00 var fyrsti skúladagur hjá 25 næmingum í Tofta skúla. Tey koma at ganga í tveimum flokkum, 1.a og 1. b.
Flaggið var vundið í húnar hátt, tá hesir spentu næmingar møttu í Miðhøll skúlans. 

Skúladagurin byrjaði við, at Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði børnum og foreldrum vælkomin.

Skúlastjórin nevndi øll nøvnini og vísti hvørjum einstøkum barni á, hvar flokkarnir standa um morgunin,  tá ið morgunsangurin er á skránni í Miðhøllini. Síðani sungu børnini ein morgunsang, og aftaná bóðu øll “Faðir vár”, saman.

Í stuttari heilsan vísti skúlastjórin m.a. á, at tað er ein nýggj og spennandi verð, sum letur seg upp fyri børnunum – ein verð, har børnini verða saman við nógvum øðrum børnum og vaksnum í einum umhvørvi, hvar ið tey læra eina rúgvu um alt møguligt. Tey skulu læra at lurta, loysa uppgávur, spæla og siga frá tí, ið tey hava lært.

Durita legði dent á, at tað er sera umráðandi, at børnini verða væl stuðlaði heimanífrá. Umráðandi er, at børnini fáa góðan svøvn, eru mett og væl hvíld, tá ið tey koma í skúla. Eisini vísti hon á, at tað er týdningarmikið, at børnini møta upp til tíðina um morgunin og annars gera tað, sum teimum verður álagt í skúlanum.

Áðrenn farið varð upp í flokshølið, var felagsmynd, saman við teirra flokslærarum, tikin av flokkunum.

Í flokshølunum tóku flokslærararnir, saman við øðrum lærarum, ímóti børnunum.

Nes kommuna ynskir næmingunum blíðan byr við skúlagongdini.