P/F Vónin
Í dag hevur Jógvan Hendrik Johannesen starvast á P/F Vónini í 25 ár.
Fyritøkan sigur á heimasíðu síni soleiðis um Jógvan Hendrik:
-Hann hevur havt stóran týdning fyri fyritøkuna. Vit takka fyri hansara íkast og trúfesti øll hesi árini – og ikki minst fyri tær mongu góðu máltíðirnar, tað hevur heilt víst gjørt arbeiðsdagin eitt sindur smakkríkari
Hjartaliga tillukku við degnum og alt tað besta frameftir.
