Sjóvar kommuna
Á starvsfólkafundi í gjár, sama dag, sum Lítlifløttur fylti 19 ár, vóru fýra starvsfólk heiraði fyri at hava verið í starvi í 25 ár. Allar vóru dagrøktarmammur áðrenn stovnurin lat upp, og hava síðani arbeitt á Lítlafløtti.
Paula arbeiðir í Sóljustovu, sum er smábarna- og miðlingastova.
Anna Juul arbeiðir í Túgvuni, sum er vøggustova.
Marjun arbeiðir í Snjósóljuni, sum er skúlabólkur.
og Sóleyð er leiðari á Lítlafløtti.
Borgarstjórin handaði blómutyssi og gávu frá Lítlafløtti.
Sjóvar kommuna ynskir tykkum hjartaliga til lukku við teimum fyrstu 25 árunum í starvi.
