Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.02.2025 10:14

239.705 krónur til børnini

Tíðindaskriv

Enn einaferð hevur Team Rynkeby Føroyar skipað fyri gallaveitslu á Hotel Føroyum, leygarkvøldið 15. februar.

Vit takka øllum, sum gjørdu kvøldið so væl eydnað. Takk Hotel Føroyar fyri hølini, samskipararnar, kokkarnar og tænastufólkini. Takk til allar tónleikarar og undirhaldarar, borðstjóra og tykkum ið leiddu felagssangin, veitarar av mati og drykkjuvørum, og síðst men ikki minst – túsund takk øll tit, sum keyptu atgongumerki og hava sett hetta kvøldið av – uttan tykkum, eingin kekkur.

Innkomni peningurin fer óskerdur til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum, familjum teirra og til gransking í hesum sjúkum.

Vinarliga

Einar Vang, vegna Team Rynkeby Føroyar