Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.08.2026 18:37

21 spent børn byrjað í fyrsta flokki á Strondum í dag

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Í dag byrjaðu 21 spent børn í fyrsta flokki á Strondum, tólv dreingir og níggju gentur.

Børnini hava glett seg at byrja í skúla, tí tá mann gongur í skúla, er mann blivin stórur. Í nýggjari skúlatroyggju og við tasku á bakinum, saman við líka spentum og stoltum foreldrum, fingu tey góða móttøku frá skúlastjóranum og lærarunum, sum skulu hava tey í fyrsta flokki.

Frá Sjóvar kommunu verður tykkum ynskt eina góða og gevandi skúlagongd, og blíðan byrð frameftir.