Runavíkar kommuna

Eftir at árið 2023 av givnum orsøkum var lakari enn árini frammanundan, hilnaðist árið 2024 væl frægari, og er higartil besta árið í bruttoinntøku hjá Runavíkar havn. Meðan 2023 var merkt av landsins havnastongsli andvegis russiskum skipum, hava nógvu vitjanirnar av ferðamannaskipum í 2024 skroyvað væl uppaftur í missin av inntøkum frá russiskum fiski- og handilsskipum.
2024 var metár í bruttoinntøkum – góðar 22 milliónir – meðan vinningurin var slakar 9 milliónir krónur. Nettovinningurin kann sveiggja nakað, alt eftir hvussu nógvar umvælingar verða gjørdar við gøgnini, sum Havnarskrivstovan brúkar og umitur fyri Runavíkar kommunu og vera borgaðar yvir raksturin.
Ein inntøka, sum hvarv við krúnufarsóttini, ið herjaði allan heimin í 2020/21 – serliga, er siglingin við ferðamannaskipum. Vinnan hevði ilt við at taka seg uppaftur eftir stoytin, men nú tykist gongd vera komin á aftur, og vinnan er skjótt vaksandi. Umboð, sum hava áhuga í ferðamannaskipum, hittast tvær ferðir um árið á stevnu. Í Europu og í USA. Útgerðarfeløg, havnir, seljarar, keyparar og umboð fyri alskyns maritim vinnutól hittust enn einaferð í amerikanska býnum Miami í Florida i apríl mánaða í ár. Borgarstjórin og Rannvá Troest umboðaðu Runavíkar havn á Seatrade Cruise Global, og í mai mánaða umboðaðu Rannvá og Brandur Højgaard havnina á ráðstevnu hjá Cruise Europe í Keypmannahavn, har ið Rannvá Troest helt fyrilestur um okkara virkishátt, táið tað snýr seg um hendan partin av vinnuøkinum hjá Runavíkar havn.
Nógvu samráðingarnar í USA í tríggjar dagar vignaðust annars væl, og alt bendir á, at støðuga sambandið við útgerðarfeløgini fer at leggja nakað afturat sum frálíður. Talið á skipum, ið hava bundið seg til at vitja havnir í Runavíkar kommunu tey næstu árini eru annars (fyribils tøl sum kvinka rætta vegin sum frálíður):

Ovara stabbamyndin sýnir gongdina eftir kommunusamanleggingarnar í 0´unum. Síðan havnirnar vórðu lagdar saman hava inntøkurnar og nettovinningurin í 20 ár verið ávikavíst 289,669 og 117,095 milliónir krónur.
Frameftir eru útlit fyri vøkstri, nú nýggj orkubryggja og nýtt havnalag verða gjørd í Søldarfirði, og skipasmiðjan Mest er farin undir at gera eina nýggja turrdokk á Skála. Hinvegin væntast inntøkan frá russiska flotanum at verða víkjandi, táið havnastongsulin helst fer at standa við so leingi álopini á Ukraina halda fram.
Eitt nýbrot var tað, at fáa smærru ferðamannaskipini at vitja bygdirnar norðanfyri. Í Elduvík og í Funningi hevur hetta eydnast sera væl, og frameftir er eisini ætlanin at Oyndarfjørður gerst partur av hesi verkætlan. Støðin – lendingin – í Funningi hevur fingið stórar ábøtur, sum ger tað høgligari at fáa tey vitjandi niðan í bygdina.