Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.02.2024 07:28

2023 hilnaðist væl hjá Tjaldur

Tíðindaskriv

Árið 2023 gjørdist eitt gott ár fyri vinnufelagið Tjaldur.
Fyri samtakið gjørdist úrslitið kr. 134 mió. áðrenn skatt og kr. 119 mió. eftir skatt.

Samlaða sølan í samtakinum var omanfyri kr. 1,8 milliard, og starvaðust omanfyri 400 fólk í feløgnum, ið Tjaldur hevur týðandi leiklut í.

Um úrslitið og gongdina sum heild sigur Janus Thomsen, stjóri “Okkara visjón í Tjaldur er at menna feløg vit eru errin av. Saman við okkara leiðslutoymum, stremba vit eftir tí hvønn dag, og er úrslitið í fjør eitt gott dømi um dygdargott arbeiði av starvsfólkunum og leiðslutoymunum í okkara dóttirfeløgum”

Tjaldur hevur virksemi innan fleiri vinnur í bæði Føroyum og uttanlands, og leggur felagið áherðslu á at byggja vinnuliga, og á tann hátt skapa virðir. Størsta virksemi uttanfyri Føroyar er í Norra og Bretlandi, og verður dentur lagdur á burðardygga menning.

Spjaldur