Gøtu kirkju ungdómskór
Gøtu Kirkju Ungdómskór hevur í døgunum 28. Juni -6. Juli luttikið í ECG 2025 =European Choir Games, sum svarar til EM fyri kór.
Her fekk kórið silurheiðursmerkir innan kórgreinarnar “Spiritual & Gospel” , og í greinini “Kirkjutónleikur“, so vit eru ógvuliga væl nøgd, serliga, tí at stór útskifting hevur verið í kórinum síðsta árið.
Vit eru nú so heppin at tey flestu halda fram eftir summarið, men vit fara eisini at geva nýggjum høvið at koma í kórið – faktiskt ætla vit at vaksa munandi um kórið komandi árið, so send gjarna eini boð til kórleiðarin á tel. 566 600 ella skriva boð her á síðuni, um tú ert millum 14 og 25 ár.


