Fótbóltssamband Føroya
Fyri viku síðani var skipað fyri hátíðarløtu á Hotel Brandan, har 17 venjarar fingu handað UEFA B venjaraprógv.
Fríggjadagin 5. septembur, stutt undan HM undankappingardystinum millum Føroyar og Kroatia á Tórsvølli, varð skipað fyri lítlari hátíðarløtu á Hotel Brandan.
Á skránni var prógvhandan. Seinastu mánaðirnar hava 17 venjarar verið á venjaraskeið hjá FSF, og fríggjadagin fingu luttakararnir handað UEFA B venjaraprógvið.
– Tað er altíð hugaligt, men eisini týdningarmikið fyri menningina av føroyskum fótbólti, tá venjarar velja at taka av teimum tilboðum og skeiðum, ið FSF skipar fyri. Nú er at vóna, at fleiri av hesum fara víðari til A venjaraútbúgvingina, tá nýtt skeið byrjar, sigur Eli Hentze, útbúgvingarsamskipari hjá FSF.
Tað var Heri á Rógvi, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya, og formaður í útbúgvingar- og menningarnevndini, ið stóð fyri handanini.


Myndir: Bjarni Enghamar