Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.10.2025 13:30

17 tons ruddað í ár 

Mynd: Jørgen Neshamar Asmussen

Tíðindaskriv/ Rudda Føroyar 

Ársins ruddingardagur hilnaðist sera væl

Føroyar vóru aftur í ár partur av altjóða tiltakinum World Cleanup Day, og úrslitið var imponerandi: 880 fólk ruddaðu tilsamans 17 tons av burturkasti. Tað er stór framgongd samanborið við í fjør, tá 2 tons vóru tald upp. 

Ruddingardagurin varð hildin leygardagin 20. september 2025 og dagarnar rundanum, við luttøku um alt landið – úr Klaksvík og suður til Trongisvágs og úr Vágunum eystur til Nólsoyar. Og á Sandi og meginøkinum var luttøkan eisini góð.

Bæði stórt og smátt varð ruddað, alt frá smáum plastlutum til størri burturkast sum dekk og jarn. Ruddað varð bæði á landi og á sjógvi, og luttakararnir vóru bæði børn og vaksin.

Summar ruddingar vóru samskipaðar av Rudda Føroyar, meðan aðrar vórðu settar í verk av einstaklingum, feløgum og fyritøkum.

Høvuðssamskipari okkara er Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, sum hevur staðið fyri samskipanini og samskiftinum við ruddarar og samstarvsfelagar.

Vit takka kommununum fyri gott samstarv og fyri at taka sær av burturbeiningini, og IRF og kommunalu brennistøðunum fyri at taka ímóti ruskinum. Eisini vilja vit senda eina hjartans tøkk til allar einstaklingar, skúlar, dagstovnar, fyritøkur, feløg og stovnar, ið hava ruddað ella stuðlað á annan hátt.

Eisini stóra tøkk til stuðlarnar, ið gera ruddingardagin møguligan:

Hiddenfjord – høvuðsstuðul okkara aftur í ár; starvsfólkini rudda eisini sjálv hvørt ár 

Betri

Sjógæti

MBM

Tórshavnar kommuna

Runavíkar kommuna

Sands kommuna / Visit Sandoy

Nomatek 

Atlantic Airways 

Selmar Nielsen Arkitektar

Høgra

Christian í Grótinum

Framherji

Varðin

SEV

Articon

Tryggingarfelagið Lív

MOWI

Djóraansing við Hildigarð

Formula

NCC

BASE

Vit gleðast um stóru luttøkuna og góða úrslitið í ár – við vón um reinari náttúru í 2026.