Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.08.2026 10:38

16. august: Rokus

Mynd: Rokus (vitlíki)

Dagar og nøvn í álmanakkanum

Rokus, doyði umleið 1330. Varð føddur í Montpellier og gjørdist kendur sum tann, í grøddi fólk, ið vóru rakt av sótt. Tá ið hann kemur til hús aftur eftir eina pílagrímsferð til Róm, verður hann lagdur undir at njósnast, verður tikin og kastaður í fangahús, har hann doyr.

Rokus er ein tiltikin grindadagur i Føroyum, og tað huskar væl við, at augustmánaður var mesta grindatíðin. Mangar eru søgurnar um grindaboð í hoyna, og onkur av teimum gomlu helt skemtiliga fyri, at grindirnar komu undir land, drignar av tí frískliga hoyanganum.

Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð