Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.06.2024 19:25

16 ára gamal føroyingur úttikin til OL í rullifjøl (skatebord)

Danska Olympiska nevndin hevur í dag úttikið Viktor Solmunde til Olympisku leikirnir í summar, sum verða hildnir í Paris frá 26.juli-11. august.

16 ára gamli Viktor, sum er búsetandi í Danmark hevur ættarbond úr Føroyum. Sum eftirnavnið eisini sipar til, eru røturnar úr Søldarfirði.

Viktor Solmunde er sonur til Jákup Solmunde sum er sonur til Lisbeth Solmunde Michelsen sum er pensjonera prestur og býr í Aalborg (Lisbeth hevur undirvíst Drotningini í Føroyskum). Lisbeth er uppvaksin í Klaksvík og er dóttur Odu Samuelsen (Oda á vaskarínum), og er Oda ættað úr Søldafirði.

Við donsku OL heimasíðuna, sigur Viktor at tað er heilt óveruligt at hann skal við til OL. Og at hetta hevur verið ein stórur dreymur hjá honum seinastu trý árini.

Hann sigur víðari við somu heimasíðu, at hann “livur dreymin í løtuni” og at hann gleðir seg almikið til Olympisku leikirnir. Hann hevur eitt mál, og tað er at verða millum teir átta bestu og koma í finaluna í París.

Niðanfyri sæst Viktor til úttøkukapping til OL, sum var í Budapest í Ungarn fyri nøkrum døgum síðani.

Video sæst her: https://www.facebook.com/cathrine.johnmichelsen/videos/1652034305546316