Dagar og nøvn í álmanakkanum
Valdimarsdagur. Danski kongurin Valdimar Sigurvann í orrustuni við Reval í Estlandi í 1219.
Navnið Valdimar er eftir tí russiska Valdimar, ið merkir mikil í sínum veldi.
Dagurin eitur Vitus, til minnis um ein 12 ára gamlan drong, sum saman við fleiri øðrum varð tikin av døgum í Róm umleið 300. Dagurin er annars merkisdagur í Noregs søgu. Á vitusarmessu ár 1184 vann Sverri úr Kirkjubø sigur í sjóbardaganum við Fimreita í Sogn og gjørdist einakongur í Noregi.
Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð
