Fótbóltssamband Føroya
Farna vikuskiftið skipaði NSÍ fyri fótbóltsskúla við Løkin í Runavík. Umleið 120 børn í aldursbólkunum U7, U9, U11 og U13 luttóku.
Leygardagin 2. og sunnudagin 3. august var vøllurin við Løkin í Runavík karmur um fótbóltsskúlan 2025, sum NSÍ skipaði fyri.
Umleið 120 gentur og dreingir í aldursbólkunum U7, U9, U11 og U13 luttóku, og nú teir fimm fótbóltsskúlarnir hjá FSF og feløgunum hava verið, hava næstan 600 børn verið á fótbóltsskúla í summar.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá fótbóltsskúlanum í Runavík, sum Jóhanna Thomsen hevur tikið.











































