Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.11.2022 08:42

1 ár og 7 mánaða fongsulsrevsing fyri at smugla metstóra nøgd av hashi

Mynd: Politi.fo

Ein 43 ára gamal maður bleiv í Føroya Rætti í gjár dømdur 1 ár og 7 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava smuglað uml. 15 kg. av hashi til Føroya við tí í hyggju at selja víðari. Maðurin, sum er danskari, játtaði seg sekan.

Maðurin kom til Føroya við Norrønu 10. oktober í ár. Í bilinum, sum maðurin hevði við, fann politiið omanfyri 15 kg. av hashi. Hashið var goymt í einum loyniligum rúmi undir viðførisrúminum. Bilurin var serliga bygdur til smuglingina, m.a. soleiðis at lúkan til loyniliga rúmið kundi latast upp frá førarasetrinum.

Ákæruvaldið kravdi, at bilurin, sum var nýttur til smuglingina, bleiv inndrigin. Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Nøgdin av hashi, sum maðurin hevði við til Føroya, er tann størsta, sum politiið hevur tikið í einari atsókn tey seinastu nógvu árini, og hevur eitt søluvirði á gøtuni millum 3.750.000kr. og 4.500.000kr. Politiið kannar enn málið og í løtuni eru fleiri onnur, sum eru skuldsett í málinum.

Maðurin móttók dómin.

Føroya Politi hevur higartil í ár lagt hald á omanfyri 40 kg. av hashi, sum er tann størsta samlaða nøgdin, sum politiið hevur tikið uppá eitt ár, samanborið við undanfarin ár.