Mynd: Svangskarð
Kelda: Bólt.fo
Kappingarneytarnir hjá B68 í botnstríðnum hava nú blandað seg í málið um dystin millum B36-B68, sum Aganevndin dømdi B68 at vinna 3-0.
Málið liggur nú í Yvirkærunevndini. 07 Vestur, AB og NSÍ hava sent Yværunevndini eina kæru, har tey meta, at tað er ikki rætt, at B68 fær trý stig fyri dystin.
Yvirkærunevndin væntast at koma við einum úrskurði áðrenn 24. umfar. Sum skilst er óvist, hvørja ávirkan hendan kæran fær, tí feløgini ikki eru partur av málinum, tó at tey eru ávirkað av úrskurðinum á stigatalvuni.
Deil á Facebook